Lyrics

Evst

2013

Tracklist

Kom útideyði
Várið doyr
Kom svarta niða
Svølg hvønn geira

Hav dirvi
Slepp ei míni hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um onnur lond
Eg skal verja teg

Rívur í bergið
Hvirlukvørn
Vit eru risar
Ræðast onga ódn

Hav dirvi
Slepp ei míni hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um onnur lond
Eg skal verja teg

Fremmandur kuldi
Kenst so livandi

Og vitskan vallar
Vaknar
Slóknar

Hav dirvi
Slepp ei míni hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um onnur lond
Eg skal verja

Køld er henda nýggja náttin
Eg svølgi døgsins beiska frost
Einki sæst og einki merkist
Gráa ljósið veitir onga troyst

Brátt sá eg teg ei
og visti ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið
og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru

Revsing fyri veikleika
Revsing fyri kaldan kærleika
Lønin fyri sjálvsøkin mál
Lønin fyri sár á eina vakra sál

Brátt sá eg teg ei
og visti ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið
og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru

Einsami tú
Hvar ert tú nú
Ert tú vilstur sum eg
Nátt fevnir meg
men uttan teg
fari eg ongan veg

Illveðurs kór
og mjørka djór
savnast um meg,
krógva tín veg

Einsami tú
Hvar ert tú nú
Ert tú vilstur sum eg
Nátt fevnir meg
men uttan teg
fari eg ongan veg

Markleys náði ber mín kropp
um aldarmørk
Lati dreymar leiða meg
So heit og bjørt

Í mær tann væna glóð
og enn tey heimaljóð
Eg sá eitt máttleyst bros
sum glotta handan skýggi

Eitt ljós, sum kelda rann
So kalt og blítt
Í skuggum skygdi lyftið um
aftur til tín
at teska “góða”
Vitja tínar dreymar
Vekja títt hold
Men stjørna mín fall út úr tíni eygsjón
og har brennur hon enn

Nærum slóknað nú
So ber og uttan lívd
Tráar eftir tær

Lat teg skola yvir meg
Endurskapa meg
Stilla sorg úr gomlu øld
Kynd í minnir køld
Eg kenni brátt tað brá
mær lyfti lívsins trá
Fjaldi egnu tár
Eg kenni brátt tað brá…

At jarða tey elskaðu
At loysa upp sálarbond

At jarða hvønn lyftiseið
Í ævir rúma hevndartrá

Tín hamur var kærleikin
Tín vera er svíkjarin
Tín glóð var mítt leiðarljós
inn í litleysa dýpið

Hvør vøddi í mær dunar,
skelvur við knúsandi megi

Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslutár
Grátandi biður tú mær farvæl

Eg var dárin, rúnarbundín
Men sinn mítt svølgdi tín gand
Reis teg, statt og fatta teg
Tár eru bert tín gríma

(Úr sól) Sorgin skygdi bjørt
(Úr rót) Við hvøssum geislablað
(Til jørð) veitti banasár
(Til grót) Kærleikin fall her í dag

Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslutár
Grátandi biður tú mær farvæl

Tíni vøkru eygu vikna
Køvd tíni eymu orð
At síggja títt andlit blikna
At síggja tráðin slitna

Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslutár
Grátandi biður tú mær farvæl

Tómt er títt eygnabrá
Eg lati teg fella til jarðar
Deyð er hvør glóð í mær
Og himmalin syngur títt
falna hjartalag

Køld er hendan nýggja náttin
Úr fjalsins favni logar sorg
Onki kvirt men onki livir
Tveitist ódn á hvitu fjallaborg

Um allar ævir
Til evstu øld
Vóru alt í hesum heimi

So vónleyst tey skríggja
og drukna í mær
Klóra handan eygu míni
Tey eru øskan í hjarta mínum

Um allar ævir
Til evstu øld
Vóru alt í hesum heimi

Hevdur av østum glæðum
mót svarta himni
Kókar á holdi
stjørnubruni
Gævi úr glæmu
bros sæst á ský
og hín síðsta vinsæla
lýsti leið til tín

Kalt og vilt hvar heimur endar
Stígi fram mót fjalsins egg
Onki sæst men ongin vissa
Um hvat havsbrúgv kravdi sær

Um allar ævir
Til evstu øld
Fyri alt í hesum heimi
skal heimur aftur very tey

Og gjøgnum hválvið
Mín sinnislogn
Vágar sær at siga fyri mær
At tey eru deyð?