Lyrics

Vilst er síðsta fet

2010

Tracklist

Harra Guð, títt dýra navn og æra
skal um allan heim í metum vera
hvør sálin sæla
hvør tungt má træla
alt, sum kann mæla
skal teg umtala
og æra

Guð er Guð, um land alt legðist oyði
Guð er Guð, um menniskjan øll doyði
um ættir fara
um øldir snara
blant stjørnuskara
skal ótømd vara
Guðs grøði

Høga høll og lága lon skal víkja
jørð og himmal skulu bæði svíkja
hvørt fjall, hvør sýna
hvør tindur dvína
men fram skal trína
sum sólin skína
Guðs ríki

Ravnar
arnfuglar
stoyta meg
út av tromini

Djórið
lúrandi
læsur meg
inni her

Sorgin
Deyðin
Gráturin
Saknurin
Ongin kann
vekja meg
leiða meg
heim til tín

So bundin
Steinsettur í hesi vrá
har myrkrið floymur
til og frá

Vardur
Tryggur

Tú leitar (Svárt svíður sár)
men sumt kann ei finnast (Og farin ár)
og eg svinni meir (So kám)
fyri hvønn andadrátt (Handan tár)

Sorgin
Deyðin
Gráturin
Saknurin
Ongin kann
vekja meg
leiða meg
heim til tín

Her, í leinkjum
Liðini, hvørt sterkari enn annað
Hví kann eg ikki bróta bara eitt?
Men eg síggi ei liðini
Eg síggi bert fuglarnar

Ravnar
arnfuglar
skræða meg upp
gloypa míni sál

Eg biði teg
vak nú meg
leið nú meg
heim tíl tín

Tigandi
á høgum rókum
Dømandi
Køld og rættvís
Eg tríni óttafullur fram

Aldan talar
leggur byrðu á meg
Lagna mín spilt av iva
ótta og vreiði
Minnast skal eg í ævir

Ódnarvargur eri eg
sorandi á glæðuni
Alt er vorðið myrkt
Eg síggi teg á eggini
tveita teg í skerini
Skríggj og so er kvirt

Lotið ilskast
Tað myrknar
Eitt tár fellur út í einsemið

Við gróti undir iljum
merki eg streymin frá fjarum londum
Við bárubroti at hoyra
síggi eg tey smáu, spælandi berføtt
Við vissu í sálini
um mína revsing uttan linna
Latið eg aftur eygu

Aldan talar
pískar tað leikandi lotið
upp í ta hvirlu
ið nú skal taka mín kropp

Ódnarvargur eri eg
sorandi á glæðuni
Alt er vorðið myrkt
Eg síggi teg á eggini
tveita teg í skerini
Skríggj og so er kvirt

Tú vónarinnar bani, tú ræðugos
Tú eigur lívið í mær
Tak meg nú
Kasta meg í kjaftin
á miklum klettum

Andvekur
Skríðandi ljós
og tráan eftir blundi
Enn sekur
í míni kós
í øllum eg ei kundi

Og eg vitji aftur heimin
sum eg bygdi innaní
Har eg ongantíð var eg
og aldri spurdi hví

Tá komið er at enda
vit leita enn
Vilst er síðsta fet

Nú lekur
inn í mítt sinn
ein ísakaldur friður

Og eg vitji aftur heimin
har í varrar vættu hold
Og tá ið myrkri datt sum skalvur
merkti eg tína hond

Tá komið er at enda
vit leita enn
Vilst er síðsta fet

“Okkara millum stendur onki farvæl
nú vónin gleppur mær av hondum”

Eg síggi mína borg
søkka í hav
Nú onki verður alt
onki eg tær gav

Tá komið er at enda
vit leita enn
Vilst er síðsta fet